Føroyskt

 

Um klæðini frá Evupre: 

Venjingarklæðini frá Evupre eru serliga væl egnaði til kappróður, og aðra venjing sum t.d. renning, crossfit, styrkilyft ella súkkling. 

 

Góðskan er í hásæti og klæðini sita væl at kroppinum. Hetta ger at tú kanst hugsavna teg um at íðka og ikki øtast inná klæðini. Vestur, jakki og buksir eru vatnavvísandi. Vit gera okkara besta, at taka atlit til umhvørvið og tí verður stórur partur av klæðunum framleitt í endurnýtslutilfari (t.d. yvirparturin av róðrardragtini). 

 

Onnur vøra:

Umframt venjingarklæðir hava vit eitt stórt úrval av venjingartilhøyri. Eitt nú hava vit teir vælumtóktu rógvihanskarnar., pannubond, sokkar og hondkrem. 

 

Liðklæðir:

Vit bjóða serkøna hjálp at sniðgeva klæðr, til júst tykkara felag ella manning. Her er tað (næstan) bara hugflogið, sum setur mørkini. Vit prenta eisini liðnøvn, stuðlar osfr. á klæðini. Pløggini, sum eru umfataði av hesum tilboðnum eru: Tights, t-shirt, blusa við langum ermum, róðrardrakt (trikot), vestur og jakki. 

Um tit ynskja onnur pløgg við, eru tit altíð vælkomin at senda ein teldupost viðvíkjandi hesum. 

 

Um hetta hevur áhuga, eru tit altíð vælkomin at senda ein teldupost á all4rowing@gmail.com, við frágreiðing um tykkara hugskot og ynski. Tað kann verða ein fyrimunur at viðhefta myndir og eitt nú búmerkið hjá felagnum og stuðlum o.a. sum tit kundu tonkt tykku at prenta á klæðini. 

 

Her eru nøkur dømir uppá klæðir vit hava sniðgivið til feløg:

Avgreiðslutíð: 

Vanliga avgreiðslutíðin er 8 vikur, at rokna frá endaligari avtalu um at framleiða klæðini. 

 

Sending: 

Liðklæðir verða send uttan kostnað. 

 

Prísir fyri sending av klæðum o.ø., sum verður bílagt á nethandlinum: 

       

Vekt Kostnaður fyri sending:Ókeypis sending, um keypt verður fyri í minsta lagið
0-1 kg163kr1500 kr
1-5 kg228 kr2500 kr

 

Møguleiki er eisini fyri at leggja klæðini til síðis og heinta tey í Keypmannahavn. 

 

Spurningar: 

Um tit hava nakrar spurningar, eru tit altíð vælkomin at senda ein teldupost á all4rowing@gmail.com.